Til ber at siga, sølan av atgongumerkjum til leikurin, Fólk og dólgar í Karadamummubýnum, hevur verið sera væleydnað. Longu áðrenn fyrstu sýning vóru allar sýningarnar útseldar. Hvørja ferð nýggjar sýningar eru lagdar til sølu, eru tær útseldar eftir stuttari tíð.
Í gjár vóru so 10 nýggjar sýningar kunngjørdar á facebook-síðuni hjá ‘Fólk og dólgar á Kardamummubýnum,’ og sýningarnar eru hesar:
Týsdagin 5/1 kl. 18
Mikudagin 6/1 kl. 18
Fríggjadagin 8/1 kl. 18
Leygardagin 9/1 kl. 16
Sunnudagin 10/1 kl. 16
Týsdagin 12/1 kl. 18
Mikudagin 13/1 kl. 18
Fríggjadagin 15/1 kl. 18
Leygardagin 16/1 kl. 16
Sunnudagin 17/1 kl. 16
Atgongumerkjasølan byrjar týsdagin 24/11 kl. 9.