Halda 14. september í Klaksvík

Týskvøldið 14. september kl. 20 skipar Norðoya Tjóðveldisfelag fyri almennum fundi á Fortuna í Klaksvík, har Zakarias Wang fer at greiða frá bókini Fólkaatkvøðan 14. september 1946, sum hann gav út fyrr í ár.

Zakarias hevur savnað alt tilfarið, sum hevur havt týdning um fólkaatkvøðuna 1946 og givið tað út sum keldutilfar í rúgvismiklari bók uppá 830 síður.

- Hetta er eitt megnarverk, sum allir føroyingar kunnu gleðast um, og ikki minst er bókin hent hjá teimum, sum hava áhuga í føroyskari søgu, politikki og stjórnarviðurskiftum. Eisini ivast vit ikki í, at hon í framtíðini verður hent bók í skúlaundirvísingini, sigur Norðoya Tjóðveldisfelag.

Aftan á almenna fundin hevur felgið 1. uppstillingarfund til komandi løgtingsval.

- Ásannandi at politiska støðan seinastu tíðina hevur verið ógreið, og sitandi samgonga ikki klárar at samarbeiða um nøkur stórmál yvirhøvur, kunnu vit altíð rokna við, at løgmaður í eini givnari løtu útskrivar nýval, ella tað at polittiksa skipanin krevur val í úrtíð. Tí er betur, at flokkurin er skjótur á sjóvarfallinum, og nú beinanvegin fer í holt við uppstilling, sigur tjóðveldisfelagið í Norðoyggjum.

Tess skjótari valevnini verða tilnevnd, tess fyrr kunnu tey gera vart við seg í fjølmiðlunum og á polittiska pallinum, so veljarin hevur góðan kunnleika um tey, táið val er fyri durðum.

- Tí vilja vit í Norðoya Tjóðveldisfelag kalla inn til tann fyrsta uppstillingarfundin nú 14. september, har allir limir felagsins verða biðnir um at koma á fund, sigur Norðoya Tjóðveldisfelag.