Løgreglan hevur í samstarvi við skotskar myndugleikar lagt hald á ECHO, ein skjóttgangandi bát, ið Sea Shepherd eigur.
Skotskir myndugleikar hava í dag upplýst, at báturin verður latin løgregluni í Føroyum, sigur løgreglan í kvøld.
Orsøkin til, at hald verður lagt á bátin, er ein hending í Sandavági 12. august 2015, har fólk, knýtt at Sea Shepherd, royndu at forða fyri ella órógva grindadráp. Løgreglan er av tí fatan, at skjóttgangandi báturin, mannaður við 4 mótmælisfólkum, í hesum sambandi fleiri ferðir sigldi ábyrgdarleyst undir rakstrinum, sigur løgegluovastin Niels Erik Nymark Jensen í tíðindaskrivi.
Løgreglan metir, at vandi stóðst av siglingini hjá skjóttgangandi bátinum fyri tey, ið tóku lut í rakstrinum, og er hetta tí "overtrædelse af straffelovens bestemmelse om hensynsløs fareforvoldelse", sum sagt verður í tíðindaskrivinum.
Tað er orsakað av hesum møguliga lógarbrotinum, at skotskir myndugleikar hava latið rhib bátin til føroyska ákæruvaldið.
Kanningar fara enn fram í málinum.










