Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin spældu í dag dyst á útivølli móti Leipzig í týsku bundesliguni.
Tað eydnaðist Füchse Berlin at vinna dystin 33-30. Í steðginum var støðan javnleikur 15-15.
Hákun slapp til orðanna í seinna hálvleiki. Hann fekk fýra málmøguleikar og hann setti allar fýra í netið. Í Týsklandi staðfesta tey høgt skoringsprosent - miðaltal - hjá Hákuni.
Við sigrinum vann Füchse Berlin seg upp á annað plássið í deildini.
Ígjár skoraði Jóhan á Plógv Hansen eisini fýra mál, tá hann og liðfelagarnir í Flensburg-Handewitt koppaðu oddaliðnum, Melsungen í Flens Arena í Flensburg. Flensburg vann 35-33 (14-13) á oddaliðnum, og nú er háspenningur í oddinum.
Hannover-Burgdorf uttan ein skaddan Vilhelm Poulsen leikti javnt 33-33 (20-17) á útivølli móti Erlangen fyrr í dag.
Liðini hjá teimum trimum hoyvíkingunum og havnarmanninum eru millum eitt og fýra stig aftanfyri Melsungen.
Støðan hjá 10 teimum fremstu liðunum (soccerstand.com):
##med2##