Hákun vann greiðan sigur á Vilhelmi

Skanderborg Århus vóru ov sterkir móti Lemvig Thyborøn

Í kvøld var føroyingauppgerð í bestu donsku mansdeildini í hondbólti.

 

Liðið hjá Vilhelmi Poulsen, Lemvig Thyborøn tók liðnum hjá Hákuni West av Teigum, Skanderborg Århus.

 

Skanderborg Århus vann ein greiðan 34-26 sigur. Í steðginum var Skanderborg Århus á odda 19-13.

 

Vilhelm skoraði tvey mál uppá fimm málroyndir, og legði upp til eitt mál.

 

Hákun skoraði fýra mál uppá seks málroyndir.

 

Skanderborg Århus er nummar átta í deildini við átta stigum. Átta tey ovastu sleppa víðari til endaspælið tá grundspælið er liðugt.

 

Lemvig Thyborøn er næstaftast við bert tveimum stigum. 

 

Komandi mikukvøld tekur Lemvig Thyborøn móti Mors á heimavølli. 

 

Komandi týskvøld leikar Skanderborg Århus fyrsta dystin í bólkaspælinum í EHF European League. Dysturin verður á útivølli móti Pellister úr Norðurmakedonia.