Hákun vann á Jóhan í týsku bundesliguni

Füchse Berlin vann fimmmálssigur á Flensburg-Handewitt

Ein Hoyvíks-Tórshavn uppgerð, og toppdystur í týsku bundesliguni var í Max Schmelling høllini í Berlin fyrr í dag.

 

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin tóku móti Jóhan á Plógv Hansen og liðfeløgunum í Flensburg-Handewitt.

 

Füchse Berlin vann dystin rættiliga greitt 36-31. Í steðginum vóru berlinarnir á odda 19-16.

 

Hákun var við fimm málum triðbesti málskjúttin hjá heimaliðnum. Jóhan skoraði tvey mál fyri útiliðið.

 

Støðan (soccerstand.com)

 

##med2##