Hákun stórspældi í European League og skoraði heili 11 mál

Hákun West av Teigum stórspældi tá Skanderborg Århus á útivølli vann á Eurofarm Pellister úr Norðurmakedonia

 

Fyrr í dag kom fram, at týska stórliðið, Füchse Berlin vil tryggja sær Hákun West av Teigum til komandi summar.

 

Og tað er ikki uttan orsøk, at teir í Füchse Berlin síggja stórt í Hákuni.

 

Hákun var í stórformi, tá Skanderborg Århus í útdysti móti favorittunum, Eurofarm Pellister úr Norðurmakedonia í kvøld vann 30-27 í tí fyrsta dystinum í bólki D í EHF European League.

 

Í steðginum var Skanderborg Århus á odda 16-12. Í seinna hálvleiki minkaði Eurofarm Pellister um munin niður til 27-26, men so dróg Skanderborg Århus frá heimaliðnum við at økja til 30-26. 

 

Hákun gjørdist greiður toppskjútti hjá Skanderborg Århus, og skoraði heili 11 mál uppá 13 málroyndir í sínum fyrsta dysti í einum bólkaspæli í einari evropeiskari kapping fyri felagslið.

 

Vorðið sum byrjan hjá Hákuni í EHF European League bólkaspælinum. 

 

Talan er um fyrsta dystin hjá felagsliðnum, Skanderborg Århus í einum evropeiskum bólkaspæli, so sigurin er søguligur. 

 

1. november spælir Skanderborg Århus á útivølli móti ukrainska liðnum, Motor Zaporozhye sum tapti 27-38 (10-19) fyri Füchse Berlin á heimavølli. Í bólkinum hjá Skanderborg Århus var eisini ein dystur har spanska liðið, Bidasoa á heimavølli vann ein greiðan 35-26 (16-13) sigur á portugisiska liðnum, Aguas Santas.

 

Eurofarm Pelister – Skanderborg Aarhus 27-30 (12-16)

 

Eurofarm Pelister : Oussama Hosni 5, Sebastian Henneberg 5, Nenad Kosteski 4, Cvetan Kuzmanosvski 4, Mario Tankoski 3, Pavle Atanasijevikj 3, Goce Ojleski 1, Denis Vasilev 1, Zharko Peshevski 1.

 

Skanderborg Aarhus : Hákun West av Teigum 11, Jonatan Mollerup 5, Thomas Sommer 5, Lars Gade 4, Lars Mousing 2, Morten Balling 2, Torben Petersen 1.