Hákun skoraði tvey mál í steypakappingarósigri

Skanderborg Århus tapti fjórðingsfinaluna móti Bjerringbro/Silkeborg

Hákun West av Teigum skoraði tvey mál í kvøld tá lið hansara, Skanderborg Århus var fyri 28-33 tapi móti Bjerringbro/Silkeborg á útivølli í fjórðingsfinaluni í donsku steypakappingini.

 

Heimaliðið var á odda 17-13 í steðginum. 

 

Hákun hevur javnan skotið mál fyri Skanderborg Århus seinastu vikurnar.

 

Sunnudagin spælir Århus Skanderborg móti Skive í dysti í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Skanderborg Århus liggur triðfremst í deildini við átta stigum fyri fimm dystir.