Hákun West av Teigum skoraði fimm mál tá lið hansara, Skanderborg Århus í heimadysti í bestu donsku hondbóltsdeildini vann 35-32 á Fredericia, ið var eitt stig frammanfyri Skanderborg Århus undan dystinum.
Leingi sá tað heldur svart út hjá Skanderborg Århus. Í steðginum var Fredericia á odda 17-13, og fyrstu løtuna av seinna hálvleiki hildu teir munin. Við støðuna 20-16 til Fredericia skoraði Hákun tvey mál á rað og minkaði um munin til 20-18. Nú byrjaði Skanderborg Århus at fáa betur tak á dystinum og kom uppá javnleik 21-21. Nú leikaði javnt á. Fredericia kom á odda 25-24, men so megnaði Skanderborg Århus at venda tað til 26-25 til heimaliðið. Heimaliðið kom á odda 31-28, men so megnaði Fredericia at minka um til 31-30 áðrenn heimaliðið aftur fekk tak á dystinum og vann at enda 35-32.
6. desember spælir Skanderborg Århus á útivølli móti Holstebro.
| Nr. | LIÐ: | DYSTIR: | STIG: |
| 1 | GOG | 11 | 22 |
| 2 | Aalborg | 11 | 18 |
| 3 | Skanderborg Aarhus | 12 | 16 |
| 4 | Fredericia | 12 | 15 |
| 5 | Skjern | 11 | 13 |
| 6 | Bjerringbro/Silkeborg | 12 | 13 |
| 7 | Lemvig-Thyborøn | 12 | 12 |
| 8 | TTH Holstebro | 12 | 12 |
| 9 | TMS Ringsted | 11 | 10 |
| 10 | SønderjyskE | 12 | 9 |
| 11 | Ribe-Esbjerg | 11 | 8 |
| 12 | Mors-Thy | 12 | 7 |
| 13 | KIF Kolding | 11 | 6 |
| 14 | Skive | 11 | 6 |
| 15 | Nordsjælland | 11 | 5 |









