Í annaðkvøld klokkan 19.45 spæla Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Skanderborg Århus fyrsta dystin í EHF European League.
Dysturin verður á útivølli móti Eurofarm Pellister úr Norðurmakedonia.
Talan er um søguligan dyst hjá Skanderborg Århus, tí hetta er fyrstu ferð felagsliðið, Skanderborg Århus kappast í einum evropeiskum bólkaspæli.
Altjóða veddingarfyritøkur hava Eurofarm Pallister sum ein lítlan favoritt.
Hini liðini i bólkinum eru týska Füchse Berlin, Aguas Santas úr Portugal, Motor Zaporozhye úr Ukraina, og Bidasoa úr Spania.











