Hákun og liðfelagarnir nærkast endaspælinum

Skanderborg Århus er á einum sætta plássi í bestu donsku hondbóltsdeildini

Hákun West á Teigum og liðfelagarnir í Skanderborg Århus fongu í dag vitjan av Lemvig Thyborøn í dysti í bestu donsku hondbóltsdeildini. Vilhelm Poulsen er enn uttanfyri hjá Lemvig Thyborøn við skaða.

 

Skanderborg Århus vann dystin 34-29. Í steðginum var Skanderborg Århus á odda 18-15.

 

Hákun skoraði trý mál fyri Skanderborg Århus í dag.

 

Skanderborg Århus er nummar seks í deildini við 24 stigum. 

 

Átta tey fremstu liðini vinna seg í endaspælið, og Hákun og liðfelagarnir hava seks stig niður til nummar átta og níggju, Holstebro og Ribe-Esbjerg sum hava 18 stig hvør.

 

Fimm umfør eru eftir at leika í grundspælinum.