Hákun West av Teigum gjørdi sítt og skoraði fimm mál tá lið hansara, Skanderborg Århus ígjár spældi javnleik 31-31 móti greiða oddaliðnum, GOG á útivølli.
Undan dystinum høvdu Hákun og liðfelagarnir fegnir tikið eitt stig móti GOG, men teir kundu veruliga iðra seg aftaná dystin. Tá fimm minuttir vóru eftir var Skanderborg Århus á odda 31-27, men seinastu fimm minuttirnar megnaðu Hákun og liðfelagarnir ikki at skorað eitt einasta mál. Tríggjar minuttir seinni hevði GOG javnað til 31-31, og GOG mundi fara við øllum tá Emil Lærke hamraði bóltin framvið málinum hjá Skanderborg Århus, tá bert eitt sekund var eftir á klokkuni.
Tá 47 minuttir vóru farnir var Skanderborg Århus á odda 27-20, og í steðginum var Skanderborg Århus á odda 18-13. Men seinasta løtan prógvaði hví GOG er oddalið.
12. mars spælir Skanderborg Århus á útivølli móti Aalborg sum er næstfremst í deildini. Átta tey fremstu liðini í deildini vinna seg í endaspælið.
Støðan:
Nr. | Lið: | Dystir | Stig |
1 | GOG | 23 | 42 |
2 | Aalborg | 23 | 37 |
3 | Skanderborg Aarhus | 23 | 32 |
4 | Skjern | 21 | 27 |
5 | Bjerringbro/Silkeborg | 22 | 25 |
6 | Fredericia | 23 | 25 |
7 | Ribe-Esbjerg | 19 | 20 |
8 | Mors-Thy | 22 | 20 |
9 | Lemvig-Thyborøn | 22 | 18 |
10 | SønderjyskE | 22 | 16 |
11 | TTH | 20 | 16 |
12 | KIF Kolding | 21 | 13 |
13 | Nordsjælland | 22 | 13 |
14 | TMS Ringsted | 22 | 13 |
15 | Skive | 21 | 9 |