Hákun og liðfelagarnir hava tryggjað sær annað plássið

Eingin kann hótta annað plássið hjá Skanderborg Århus í bólki D í EHF European League

Hákun West á Teigum og liðfelagarnir í Skanderborg Århus tryggjaðu sær í kvøld annað plássið í bólki D í EHF European League. 

 

Hetta gjørdi Skanderborg Århus við 33-30 (15-15) heimasigri á Motor Zaporozhye úr Ukraina. 

 

Samstundis tapti spanska liðið, Bidasoa Irun greitt 32-40 (17-23) fyri Füchse Berlin á heimavølli, og tað merkir, at nú kann eingin røkka Skanderborg Århus á øðrum plássinum, hóast tveir dystir eru eftir í bólkaspælinum.

 

Füchse Berlin hevur 16 stig, og fer at vinna bólkin. Skanderborg Århus er nummar tvey við 12 stigum. Bidosoa Irun hevur sjey stig á triðja plássinum, á fjórða plássinum hevur Eurofarm Pelister úr Norðurmakedonia seks stig. 

 

Aguas Santas er næstaftast við fýra stigum, og aftast er Motor Zaporozhye við trimum stigum.

 

Hákun skoraði trý mál fyri Skanderborg Århus í kvøld.

 

Komandi týskvøld klokkan 19.45 spælir Skanderborg Århus heimadyst móti Aguas Santas.