Talan er um eina verkætlan sum kemur at kosta 25 milliónir krónur, og sum vil víðka um Rásina við 450 fermetrum.
Nýggi bygningurin, sum verður bygdur upp í núverandi bygning, har Rásin heldur til, fer at hava tvær hæddir við kamarslon á ovaru hæddini og undirvísingar- og felagshølir í niðaru hæddini.
##med2##
Rásin er ein eftirskúli, hvørs endamál er at geva næmingum sum ganga har amboð til so vítt til ber at megna at taka ábyrgd fyri sínum egna lívi.
Í dag búleikast sjey næmingar á Rásini, men við útbyggingini verður møguligt at tvífalda næmingatalið, soleiðis at 14 ung framyvir kunnu ganga á Rásini.
Eftir ætlan skal útbyggingin takast í nýtslu í august 2025.
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
Til hátíðarhaldið helt landsstýrismaðurin eina røðu, sum kann lesast her.