Fyri løtu síðani setti Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn og Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar býráð fyrsta hakan í til nýggju ítróttarhøllina á Argjum.
Høllin verður bygd upp í fimleikarhøllina í nýggja skúlanum á Argjahamri. Tað er TG Verk, sum hevur arbeiðið um hendi.
Fimleikarhøllin verður bygd út úr útnyrðringssíðuni soleiðis á skúlanum soleiðis, at hon verður til støddar sum ein ítróttarhøll.
Á samkomuni í morgun vóru umboð fyri Tórshavnar kommun og TG Verk til staðar og næmingar og lærarar á skúlanum á Argjahamri.
Tað er Andras Joensen, sum hevur gjørt hakan, ið er gjørdur úr viði úr Viðarlundini í Havn. Hakin verður nú settur í glas og rammu og hongdur upp á skúlanum.
Myndir: Ingun Schiller