Haiti: endaliga deyðstalið er 75.000

Ein millión eru heimleys, 250.000 eru særd og 75.000 eru deyð. Soleiðis síggja nýggjastu tølini út frá Haiti, skrivar DR á heimasíðu sínari. Fyri viku síðani varð Haiti rakt av einum 7,0-jarðskálta, ið er sera ógvusligt. Nýggjastu almennu tølini frá Verjumálaráðnum á Haiti vísa, at heili 75.000 menniskju eru deyð orsakað av jarðskáltanum.

Haiti er í einari syrgiligari støðu hesar dagar og hava stóran tørvn á heilivági, vatni, mati, teltum og ráðgevum, skrivar Verjumálaráðið. Ein millión eru heimleys og 250.000 íbúgvar eru særdir, verður eisini skrivað í frágreiðingini hjá Verjumálaráðnum.