Sonne Smith
?????????????
Fyri kortum skifti eg orð við ein vinmann um okkara ryggbrotna føroyska mál. Okkara niðurstøða varð, at vit tey seinnu árini eru farin at tosa eitt mál, sum er í enskum og donskum búna, men vinmaðurin helt kortini fyri, at vit tosa eitt gjørt enskt mál og so ikki-føroyskt.
Øll, sum royna av vanda sær um málið, hava mist hugin at koma við málsligari leiðbeining, tí tað nyttar einki. Tey eru nøkur grábeint, keðilig grenj. Fjølmiðlarnir - allir sum ein - hava langt síðani ruddað slóð fyri hesum merkiliga barnamálinum, sum teir, fjølmiðlarnir, lata okkum hoyra og lesa. At vit ikki duga at seta ð er eitt, og als ikki tað ringasta. Stavseting kann lærast, um vit bara tíma og vilja. Men vit duga ikki at benda. Alt er vorðið ein vavgreytur av trilvandi mistøkum í hvønn- og hvørjumfalli - akkusativ og dativ. Og vit eru givin at benda nøvn sum Finnur, Bergur, Malan, Karin.
Fólk, sum hava gingið í skúla í trettan ár, umbera seg við, at tey hava ikki lært føroyskt. Tey hava fingið sína útbúgving í Danmark, siga tey yvirhøvur. Tey hava ikki lært føroyskt, men tey stremba eftir at tosa og skriva lýtaleyst enskt og danskt, hóast tey bara hava verið í Danmark eitt stutt lívsskeið og so slættis ikki í Onglandi.
Málið er farið í ommu sína. Eingin ivi um tað. Tó mátti tað ikki verið so umráðandi at útihýst einum sindri av vitan um verðina. Tað mátti heldur verið neyðugt at latið lúkuna upp í okkara dunnuhyli. Serliga í fjølmiðlunum.
Nú er aftur uppreistur í Haiti. Av eini ella aðrari grund tykist tað vera ásett við óskrivaðari lóg, at Haiti er ein oyggj. Tí hoyra vit í løtuni loftmiðlarnar bera tíðindi um ófriðin á Haiti. Hvør skal siga: Haiti er ein oyggj. Tó, Haiti er ikki ein oyggj. Haiti er eitt land á einari oyggj, sum eitur Hispaniola. Tvey lond eru á hesi oynni. Tað vestara og minna landið eitur Haiti. Tí mugu vit sambært vanligum landafrøðiligum reglum siga í Haiti. Hitt landi á Hispaniola eitur Dominikanska Lýðveldið ella Domingo-Lýðveldið, sum tað verður rópt í okkara Heimsatlasi.