Haifaa Awad í Mettustovu

Mánakvøldið 25. november, kl. 19:30 skipar Kvinnufelagið í Havn fyri einum tiltaki við Hai­faa Awad um støðuna í Sýria.

Fyrr í ár arbeidd ungi lækn­in Haifaa Awad á einum sjúkra­húsi har norðuri í Sýria. Á til­tak­inum fer Haifaa Awad at greiða frá upplivingum sínum sum lækni í Sýria; humaniteru og politisku støðuni í landinum – og hvat vit møguliga kunnu gera til tess at hjálpa.
Meðan Haifaa Awad arbeiddi sum lækni í Sýria skrivaði hon dag­bók um upplivingar sínar har. Dagbókin hjá henni stóð at lesa á heimasíðuni hjá danska blað­num Informatión. Dagbókin er tað mest lisna tilfarið á hesi heim­asíðu nakrantíð.
Haifaa kemur upprunaliga úr Sýria, men flutti saman við fam­ilju síni til Danmarkar sum barn.
Tiltakið við Haifaa Awad verð­ur í Mettustovu, Skipar Han­sen­s­gøta 5, mánakvøldið tann 25. november 2013, kl. 19:30.