Haider missir undirtøku

Frælsisflokkurin hjá víðgongda eysturríkska høgrapolitikaranum Jørg Haider fekk ein frammaná, tá val var í tveimum landspørtum um vikuskiftið.

Val var í landspørtunum Oberøsterreich og Tyrol, og í báðum landspørtunum misti Frælsisflokkurin hjá Haider umleið helmingin av undirtøkuni, soleiðis at hann fekk níggju prosent av atkvøðunum í Oberøsterreich og átta prosent í Tyrol.

Tann stóri sigursharrin í báðum landspørtunum var tann konservativi Fólksins Flokkur. Í Oberøsterreich fekk flokkurin 44 prosent av atkvøðunum, og í Tyrol fekk hann næstan 50 prosent. Sosialdemokratarnir høvdu eisini framgongd og er næststørsti flokkurin í báðum landspørtunum.