Nýtilnevndi uttanríkisráðharrin í Bretlandi, William Hague, fyrireikar seg longu til sína fyrstu uttanlandsferð í nýggja embætinum. Embætismenn í London siga, at Hague fer til Washington, har hann skal hitta amerikanska starvsbróður sín, Hillary Clinton, í morgin.
William Hague, sum er úr konservativa flokkinum, sigur við sjónvarpsstøðina Sky, at hann tosaði við Hillary Clinton, stutt eftir at hann hevði fingið tað nýggja starvið, og at tá fekk innbjóðing at koma til Washington.
Sambært bretsku embætismonnunum skulu William Hague og Hillary Clinton tosa um Afghanistan, Iran og Miðeystur.










