Fótbóltur
EB/Streymur er oddalið, sum hevur beina kós ímóti fyrsta FM heitinum. Oddasessurin er ikki minst vunnin orsaka av góðu úrslitunum á heimavølli. Higartil hevur toppliðið spælt níggju ferðir á heimavølli í ár, og tað hevur skorist ógvuliga væl. Liðið hevur vunnið fulla úrtøku, og samantaldi málmunurin hjá EB/Streymi við Margáir er 26-8.
B68 hevur seinastu vikurnar støðugt tikið seg burtur frá hóttanini av niðurflyting. Tað kemst serliga av góðu avrikunum á útivølli. 1-0 sigurin í Gøtu mikukvøldið var sætta ferðin í ár, at toftamenn vunnu fulla úrtøku á útivølli. So nógvar útivallar sigrar hevur einki annað lið vunnið.
Tað vil við øðrum orðum siga, at nú eru tað besta heimaliðið og besta útivallarliðið, sum bresta saman í Streymnesi.
Hjá B68 vóru veteranarnir Øssur Hansen og Arnbjørn Danielsen ikki á liðnum mikukvøldið. Teir hava síðani summarsteðgin verið sera drúgvir á vongverjunum. Øssur Hansen var skaddur, og Arnbjørn Danielsen var leikbannaður. Arnbjørn verður á liðnum sunnudagin. Á Toftum verður vónað, at Øssur Hansen eisini verður tøkur, men í dag ivaðust teir í, um hann verður førur fyri at spæla.
Eftir fulla úrtøku tvær tær seinastu ferðirnar er fótbóltslagið sera gott í Sundalagnum, har tað verður tosað um lítið annað enn fótbólt og vánirnar fyri at vinna fyrsta FM heitið.
Oddaliðið er væl trimmað, og manningarliga stendur tað heilt væl til. Tann einasti av teimum, sum plaga at vera ímillum teir fyrstu ellivu, sum ikki var á liðnum ímóti KÍ, var málverjin René Tórgarð. Gunnar á Steig hevur tvær tær seinastu ferðirnar verið álitisfullur millum stólparnar.
Tá ið B68 13. apríl í 3. umfari vitjaði EB/Streym, var tað heimaliðið sum streyk avstað við øllum stigunum. EB/Streymur vann ta ferðina 3-1 á toftamonnum.