Tórshavnar kommuna hevur gjørt nógv burtur úr, at tað í ár eru liðin 100 ár, síðan høvuðsstaðurin gjørdist ein fólkavald kommuna.
Í morgn varð so tiltak nummar 100 avdúkað í hesum sambandi.
Talan er um ein bókling, eitt hagtalsyvirlit yvir allar teir 130 býráðslimirnar, sum hava sitið hesi 100 árini.
Yvirlit er yvir hvørt býráð sær hesar 26 seturnar, síðani fyrsta fólkavalda býráðið 1909-12, sitandi býráð íroknað. Eisini eru myndir av hvørjum einstøkum býráðslimi fyri hvørt árið at finna í bóklinginum.
Gjølla er greitt frá hagtalsliga hvørjir listar hava stillað upp, og hvussu nógvar atkvøður teir hava fingið og eisini, hvussu nógvar limir hvør listi hevur fingið.
Áhugavert er at síggja, hvørjir listar hava stillað upp, og tað hevur ikki altíð verið politiskt eina.
Byrjað verður heilt frá byrjan. Í fororðunum sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, at »Tað var við danskari ríkisdagslóg frá 1866, at Havnin gjørdist fyrsta kommunan í Føroyum. Millum teir seks stýrislimirnar var fútin, ið hevði fastan sess«.
Nevndir eru teir 23, sum vóru »borgerrepræsentanter« í býráðnum árini 1866 til 1908.
Eisini verður nevnt, at í borgaraumboðnum sótu fimm limir. Tá býráðið varð valt fyrstu ferð vóru sjey býráðslimir, men til valið í 1924 var talið hækkað til níggju. Til valið í 1952 varð talið aftur hækkað, hesaferð upp í 11, og seinast, við nýggju kommunulógini frá 29. juni 1972, hækkaði talið upp í 13 býráðslimir, sum tað er í dag.
Sambært kommunulógini skal talið á býráðslimum í einari kommunu av teirri stødd, sum Havnin er, hava millum 13 og 17 býráðslimir.
Sera upplýsandi
Allar 36 síðurnar í bóklinginum eru á tremur við áhugavedrum og upplýsandi tilfari. 26 av síðunum eru sum longu nevnt halgaðar teimum 26 býráðunum, sum hava sitið síðani 1909, við navni og mynd av býráðslimunum.
Listabókstavur var tey fyrstu nógvu árini ikki fastur, men fekk tann listin, ið fyrst varð latin inn bókstavin A, tann næsti fekk B og so framvegis.
Fyrsta býráðsvalið í 1908 vóru fýra listar, Framburðsfelagið (A), Føroya Væl (B) og síðani tveir ónevndir listar, C og D. Hetta hava eyðvitað verið borgaralistar av einumhvørjum slag. Hesir fingu tó ikki umboðan í býráðnum.
Til valið 22. desember 1916 vóru umframt Framburðsfelagið og Føroya Væl eisini Arbeiðaralistin, og hesin fekk tvey av teimum níggju umboðunum.
Valini eftir hetta vóru ein og tveir borgaralistar til hvørt býráðsval fram til 1948, tá veruliga politiska uppstillingin fór fram – tó saman við nógvum privatum listum.
Hetta var so uppstillingin heilt fram til 1972, tá uppstillingin gjørdist politisk burturav, tó við undantaki av Borgaralistanum – seinni Uttanflokkalistin – sum í fleiri val á rað var størsti flokkur í býráðnum.
Ikki fyrr enn til valið í 1984 fingu politisku flokkarnir teir føstu bókstavir, ið vit kenna í dag.
Bóklingurin er sera upplýsandi, og hevur bæði yvirlit yvir allar 18 borgarstjórarnar, sum hava sitið hesi 100 árini, og ein áhugaverdan lista yvir áramálini, teir 130 býráðslimirnir hava sitið. Millum annað sæst, at tá hetta valskeiðið er av, hevur Heðin Mortensen, sitandi borgarstjóri, umboðað havnarborgarar í samfull 40 ár.
Tað er Heðin Mortensen sjálvur, sum hevur samskipað arbeiðið við bóklinginum, Birgar Johannesen hevur funnið fram myndir, Viggo Christiansen hevur havt søguliga yvirlitið um hendi, gamalt yvirlit hevur Gunnar Mikkelsen tikið sær av, rættlesturin og dagføringina hava Tórgerð Hentze og Hanna Simonsen fyrgt fyri. Birgir Kruse hevur verið við fyri 100 ára haldið, Guðrun H. Mortensen hevur sett bóklingin upp, meðan Prenta hevur staðið fyri prentinum.
Bóklingurin verður borin í hvørt hús í kommununi komandi vikuna.