Hagtølini standa fyri falli

Fyri fyrstu ferð hevur tað eydnast at sleppa undan tapi í tríggjar dystir á rað og fyri fyrstu ferð hevur tað eydnast í einari undankapping at fáa stig móti trimum tjóðum

Blíði byrðurin, sum landsliðið hevur havt hesa síðstu tíðina ger, at nýggj met verða sett so at siga hvørja ferð landsliðið spælir, og javnleikurin móti Bosnia var einki undantak í so máta.

Fyri fyrstu ferð, síðani Føroyar í 1989 fóru upp í altjóða fótbólt, hevur tað eydnast at spæla tríggjar dystir upp í slag uttan at tapa. Í fyrstu 56 dystunum taptu føroyingar ofta, men nú hevur einki tap verið síðani í Skotlandi í oktober. Føroyar hava spælt tríggjar javnleikir á rað (móti Andorra, Skotlandi og Bosnia), og hetta eru samstundis tríggir av fimm javnleikum í alt. Tann fyrsti var móti Estlandi í venjingardysti á Kypros í 1996 (2-2), og tann næsti var í Litava í oktober í fjør (0-0).

Javnleikurin móti Bosnia hevði eisini við sær, at Føroyar hava fingið stig móti trimum tjóðum í hesari undankappingini. Landsliðið hevur megnað javnleik móti Litava, Skotlandi og Bosnia, og tað hevur ongantíð áður gingið so væl móti so nógvum tjóðum.


Góða inntøku

Týsdagin skrivaðu vit, at Uni Arge hevði spart FSF fyri eina útreiðslu uppá 80 túsund krónur. Nú mugu vit staðfesta, at Uni Arge hevur givið FSF eina eyka útreiðslu uppá 82 túsund krónur. Tað vóru nítjan spælarar í hópinum, og teir fáa fýra túsund krónur í part fyri hvønn javnleikin. Og tá vit leggja dagpengarnar, sum eru 850 krónur fyri hvønn dagin, afturat, so koma vit til, at spælararnir í part í hesa vikuna hava fingið knappar 14 túsund krónur, og tað er ikki so lítið.

Leggja vit útreiðslurnar til spælarar og starsvfólkini saman, so verður samlaða útreiðslan hjá FSF 334 túsund krónur. Tá eru bonus pengarnir, sum Allan Simonsen fær, ikki roknaðir uppí, tí vit kenna ikki tann partin av avtaluni millum FSF og venjaran.

Runt roknað hava áskoðarainntøkurnar í sambandi við hesar báðar heimadystirnar verið eina staðni millum seks og sjey hundrað túsund krónur. Tofta Ítróttarfelag skal hava sín part í leigu fyri vøllin, men eitt sindur verður eftir til FSF, sum plagar at siga, at eina ferð við landsliðnum uttanlands kostar umleið eina fjórðings millión. Bara ein uttanlandsferð er á skránni í ár. Hon gongur niður til Prag í oktober.jh