Fótbóltur
Tey flestu við kunnleika til føroyskan fótbólt munnu kenna Marna sum ídnasta og drúgvasta heimasíðuvertin í føroyskum fótbólti. Hóast aðrar føroyskar fótbóltssíður hava gjørt upp til fleiri upplop, so er tað neyvan nøkur teirra, sum eins støðugt hevur verið dagførd, sum tann hjá HB hevur verið tað.
Ein týðandi partur av hesi hevur altíð verið neyvu hagtølini, sum eru at finna á síðuni. Ikki minst søguligi parturin av hesum, og hóast hann ikki vil rópast hagtalsfreak, so sigur Marni, at hetta leingi hevur havt hansara áhuga. Og ætlanin at gera eitt veruligt yvir føroyskan fótbólt, er eisini nakað, sum hevur búnast leingi.
- Tað byrjaði nokk, tá eg fyrstu ferð spældi í fyrstu deild í 1986. Eg hevði lagt merkis til, at einki bleiv skrásett í føroyskum fótbólti, og tá líka sum byrjaði tað. Seinni havi eg so verið partur av arbeiðinum at gera tvær bøkur um HB, og tá sá eg eisini, hvussu ótrúliga stór mangulvøra hetta er í føroyskum fótbólti. Tað var annars nakað, sum eg og helst fleiri við mær tóku sum eina sjálvfylgju varð skrásett hjá FSF, men tað er tað bara ikki. Og feløgini sjálv eru somikið lítil, at tey hava ikki orku til hetta.
Bøkurnar skundaðu undir
Hóast tað til tíðir hevur verið enntá sera møtumikið, so hevur arbeiðið við júst teimum báðum bókunum á sín hátt eisini verið við til at skunda undir ætlanirnar at fara í holt við eina somikið stóra verkætlan, sum hesa.
- Tað hevur í øllum førum givið mær nakrar royndir, soleiðis at eg í dag eri munandi betri førur fyri at finna fram til røttu keldurnar. Eg veit, hvat eg kann finna hjá FSF, hvat er at síggja á landsbókasavninum og hvat kanska er á landsskjalasavninum ella gerðabókum hjá feløgum. Og kanska veit eg eisini, hvat er vónleyst at finna, soleiðis at ikki alt ov nógvar kreftir verða nýttar til onga nyttu.
- Samstundis hevur ætlanin á sín hátt eisini bíða eftir teimum røttu samstarvsfeløgunum. Sjálvur eri eg avgjørt ikki nakar KT-snillingur, og tí var umráðandi, at eg hevði ein ella fleiri makkarar, sum vóru stinnir á hesum økinum. Og samstundis skuldu hesir vera menn, sum eg visti áhaldandi vildu arbeiða við hesum. Altso ikki nakrir, sum bara byrjaðu, og so mistu áhugan, tá ein mánaður ella tveir vóru lidnir. Og teir báðar menninar haldi eg meg hava funnið í Eyðun Lamhauge og Bjarna Joensen.
Vil finna sum mest
Hóast ambitiónsstøðið í ætlanini er at gera eitt yvirlit, sum gongur aftur til fyrstu landskappingina - í 1942 so er Marni tó skjótur at ásanna, at tað mes sum við vissu er púrasta ógjørligt at gera eitt fullfíggjað hagtalsyvirlit somikið langt aftur.
- Tað er nú einaferð so, at tað besta amboðið, um slíkar skrásetingar skulu gerast, er sjálvur dómaraseðilin. Men í fleiri førum sjálvt innan seinastu árini er dómaraseðilin als ikki til. Men tekru tú fremstu deildina, so sleppur tú helst nøkun lunda snikkaleysur aftur til 1991 ella so. Og tá hugsi eg altso um skrásetingar av øllum. Spælarum, málskjúttum, gulum og reyðum kortum, útskiftingunum v.m. Men fert tú longur aftur enn 1991, so er dómaraseðilin snøgt sagt ov vánaligur. Eisini hóast FSF eigur teir flestu seðlarnar aftur til 1978, so innihalda hesir langt ífrá allar upplýsingar.
- Og skalt tú longur aftur, so er tað, at vit tosa um landsskjalasavn, tíðindabløð og annað, men tá er trupult at fáa nakað fullfíggjað yvirlit. Úrslitini ber hinvegin til at fáa fatur á, og verða hesi skrásett, so eru allir dystirnir so í skipanini. Og vónandi ber til at gera eina skipan, har øll faktuel vitan innan føroyskan fótbólt er skrásett. Og ikki minst eisini vitanin um, hvat ikki bar til at leita fram.
Ónøktandi skipan
Hóast tað í dag er munandi lættari at leita sær upplýsingar, enn tað var fyri nøkrum áratíggjum síðani, so er Marni tó langt ífrá nøgdur um tær skrásetingar, sum í dag verða gjørdar. Ein hálvgum frustratión, sum hann helst hevur til felags við flestu føroysku ítróttarskrivarar.
- At vit yvir høvur hava somikið fræga skráseting í dag, kemst helst eisini av, at eitt nú eg men sjálvandi eisni fleiri onnur hava roynt at greitt frá hesum. Og tað hevur nokk eisini gjørt sítt, at Føroyar eru komnar upp í altjóða fótbólt.
- Men sjálvt í dag eru skrásetingarnar langt ífrá nøktandi. Sjálvt til ein dyst í Formula-deildini fremstu føroysku deildini verður ikki eingongd skrásett, um eitt mál er brotsspark, hvør hevur gjørt sjálvmál, hvar ella hvat klokkan dysturin er spældur og so framvegis. Funktiónin hjá leiðarum á beinkinum er heldur ikki skrásett, og sum heilt tykist tað ov tilvildarligt. Tað burdi verið eitt náttúrligt krav til dómaran, hvørji ting verða skrásett, soleiðis at tað ikki er upp til einstaka dómaran, um hann tímir at skriva ella ikki.
- Hetta seinasta hevur serliga verið sjónligt, so hvørt sum dómaraseðlarnir eru broytt. Tað tekur sína tíð, áðrenn dómararnir venja seg við, at nú skal hetta og hatta skrivast á. Fyri tær ovastu deildirnar og fyri steypakappingina eigur tað at vera eitt púrasta náttúrligt krav, hvat skal skrásetast og ikki, so á tí økinum eru vit framvegis eftirbátar.
- Megna vit at savna tað inn, sum á nakran hátt er gjørligt fyri farnu árini, samstundis sum vit fáa lyft støðið her ífrá og frameftir, so haldi eg, at nógv er rokkið. Tá skrásetingarnar hava verið somikið óneyvar, so verður yvirlitið sjálvandi ikki fullfíggjað so øgiliga nógv ár aftureftir. Men mítt mál er so eisini, at vit í framtíðini ikki fáa sama trupulleika.