Hagtøl, ið mugu broytast

Hagtølini siga, at nógvar kvinnur eins og nógv vælútbúgvin fólk trívast ikki í Føroyum. Orsøkirnar eru mangar. Tað snýr seg bæði um vantandi vælferðartænastur - hjá til dømis einligum mammum, og førleikaskerdum. Men tað snýr seg ikki minst um vantandi arbeiðs- og menningarmøguleikar hjá fólki við serligum førleikum

Samfelagið hevur stóran tørv á kvinnunum. Longu nú eru uml. 2000 færri kvinnur enn menn. Hugsið um avleiðingarnar, um gongdin heldur fram. Hagtølini siga nevniliga, at tað eru kvinnur í aldrinum millum 20 og 39 ár, sum velja Føroyar frá.

 

Vit hava so sanniliga eisini brúk fyri teimum væl lærdu. Vinnulívið, heilsuverkið útbúgvingarskipanin og ikki minst mentunarlívið - øll rópa eftir væl útbúnum fólki, kreativum fólki og fólki við fjølbroyttum royndum. Fólki, ið kunnu opna dyr.

 

Hetta er ein katastrofal gongd, sum sigur okkum, at vit mugu styrkja samhaldsfestið og tora at taka lut í alheimgerðini.

 

Sum umboð fyri Javnaðarflokkin og fyri Føroyar í Fólkatinginum fari eg at brúka alla mína orku til at gera nakað við hetta vandamál. Tað má kannast út í æsir, hví gongdin er sum hon er, hví hesi fólkini rýma, ella hví tey ongantíð koma heim aftur. Ítøkilig tiltøk mugu orðast og ikki minst fremjast fyri at venda gongdini.

 

Tað er stór skomm fyri Føroyar, bara at lata standa til. Tað má ikki vera snævurskygni og ósolidariskar skipanir, ið gera, at føroyskar kvinnur og vælútbúgvið fólk velja ikki at búseta seg í Føroyum.