Tað er ikki altíð, at 12 ítróttasíður røkka til alt, sum røkkast skal.
Soleiðis er eisini í dagsins Sosiali, har vit hava raðfest stóra fagnaðin hjá EB/Streymi fram um hagtølini, sum kanska kunnu tykjast turrislig í mun til sjampanjusproytið á Mýruhjalla og við Margáir.
Fullfíggjaðu hagtølini fyri 26. umfarið av Formula-deildini mugu tí bíða til í morgin, og niðan fyri prenta vit tí bert yvirlit yvir úrslit og málskjúttar í gjár, eins og stigatalvan eisini sæst á síðuni.
KÍ-NSÍ 0-1 (0-1)
0-1: sjálvmál
B68-ÍF 0-1 (0-0)
0-1: Andy Olsen
Skála-EB/Streymur 1-3 (0-0)
0-1: Arnbjørn T. Hansen
1-1: Obi
1-2: Arnbjørn T. Hansen
1-3: Arnbjørn T. Hansen
HB-B36 3-0 (1-0)
1-0: Andrew av Fløtum
2-0: Fróði Benjaminsen
3-0: Fróði Benjaminsen
Reytt kort: Jákup á Borg, B36
B71-Víkingur 0-1 (0-1)
0-1: Sam Jacobsen










