Hagstovan er í ferð við at evna nýggja heimasíðu til, og tí sambandi er ein royndarsíða - ein sokallað beta-síða - løgd út á netið.
Royndarsíðan, ið altso framvegis er í menning, hevur til endamáls at geva brúkarunum møguleika at royna síðuna og síggja broytingarnar.
Ein av stóru broytingunum frá gomlu til nýggju síðuna er, at nú er síðan skipað í fimm yvirskipað øki: Fólk samfelag, vinnu, búskap og umhvørvi.
Hvørt øki, ella hvør undirsíða, hevur livandi grafar, ið broytast, so hvørt nýggj hagtøl verða skrásett í grunninum hjá Hagstovuni. Grafarnir eru livandi í tann mun, at um músin verður sett á eitt ávíst punkt á grafinum, so vísir hann talið fyri júst tað punktið á grafinum.
Samstundis er nýggj leitifunka á heimasíðuni, umframt at tað framvegis er atgongd til hagtalsgrunnin.
Hagstovan skrivar í kunning um nýggju heimasíðuna, at fleiri og fleiri funkur verða lagdar aftrat, so hvørt tær verða mentar, og vitjandi eru vælkomin at senda inn rís og rós.
Til ber at síggja nýggju royndarsíðuna her.











