Hafsteinn hevur aftur munin í dag

Hjá teimum fremstu í kappingini gjørdist tað í gjár ein langur, taktiskur endaspurtur frá Lambareiði út til rundkoyringina í Runavík og líka inn á málið við Glyvra skúla. Framvegis vóru 10 við, og á hesum lutfalsliga lítla pettinum av samlaða teininum, sum var 115 kilometrar, hendi alt møguligt og fleiri skiftu fleiri ferðir um pláss.

 

Men tá súkklararnir komu inn ímóti málinum, hevði Hafsteinn Ægir Geirsson slitið seg so mikið leysan av hinum, at hann við tíðini tríggir tímar og 14 minuttir var eitt sekund frammanfyri, meðan allir hinir níggju fingu somu tíð. Gunnar Dahl-Olsen var næstfremstur, síðani kom Kristian Gosvig og so allur riðilin.

 

Sostatt er Hafsteinn framvegis er á odda og seks sekund framman fyri Torkil Veyhe, sum er nummar tvey samanlagt. Í liðkappingini er liðið hjá Hafsteinn, HFR, 30 sekund framman fyri liðið hjá Torkili, Team PE Kolonial.

 

Í morgin verður súkklað í Suðuroynni, har byrjað verður á Tvøroyri, og síðani verður súkklað til Fámjins og síðani suðureftir eftir Hovsegg, til Sumbiar og aftur til Vágs, har súkklararnir koma á mál við Torgið. Væntandi kann eitt og annað avgerast í Suðuroynni, har fleiri drúgvar brekkur eru á teininum, og tað var her, kappingin varð avgjørd í fjør.