Zika-virusið letur til at spjaða seg við metferð og hevur nú eisini nátt Norðurlond. Ein dani er innlagdur á sjúkrahúsið í Aarhus. Hann er vorðin smittaður, meðan hann hevur verið á ferð í mið- og suðuramerika. Ein svii er eisini smittaður. Viðkomandi hevði eisini verið á ferð.
Vandin fyri, at sjúkan fer at spreiða seg í Norðurlondum er tó lítil, tí mýggjabitin, sum ber virusið við sær, livir ikki her norðuri. Tó verður kannað, um virusið kanska kann berast víðari við samlegu, eftir at virusið varð staðfest í sáðnum hjá einum manni í Tahiti.
Sambært WHO er Zika-virusið nú ávíst í 21 londum í Norður- og Suðuramerika og Karibia. Virusið er sjáldan vandamikið fyri vaksin, men kann fáa álvarsamar avleiðingar fyri kvinnur, ið eru við barn. Í seinastuni er virusið nevniliga sett í samband við mikrocefali, at børn verða fødd við ov lítlum heila og høvdi. Virusið verður eisini sett í samband við Guillain-Barré syndromið.
Í fleiri londum er virusið so vanligt nú, at myndugleikarnir heita á fólk um ikki at gerast við barn. Í Brasil verður mett at 1 millión menniskju eru smittaði av virusinum, og at 40.000 børn hava fingið heilaskaða.
Zika-virusið var uppdagað í eini apu í Uganda í 1947. Í 2014 var tað fyrstu ferð ávíst í Suðuramerika. Sjúkueyðkennini minna um beinkrím. Ein kann fáa fepur, útslett, pínu í liðunum og reyð eygu í okkurt um eina viku.











