HÆTTISLIG RUTA fyri RUTH

Í stálsettum solidariteti við sjukrapleygirskum hevur man á Setri, blaðstjórnum, í kringvarpi og privatum málklubbum hóttað við at halda heilt uppat við at benda og seta "ð". Granskað verður um granskarar á Debesar trøð hava koyrt báðar hendur í lumman og eru hildnir uppat við at granska. 

Fleiri dansifeløg hava gjørt av, at tey ikki trampa eitt einasta ørindi av Brókatátti og nokta "at telja jólini" í ár. Flestu bindiklubbar í Suðurstreymoy hava lagt stokkarnar fyri veturin. 

Fleiri fótbóltslið hava lovað, at tey ikki sparka nakran i november. Allir guitarbólkar hava gjørt av at binda frið minst annaðhvørt vikuskifti. Hornblástra-lið nokta at halda gang, og kórsangarar verða múlabundnir. Landslarmarin tónastreikar og steintigur í Havn, meðan sjálvur Landsmøsnarin illsliga hevur lagt blýantin frá sær í London. 

Flestu málandi fólk hava demonstrativt lagt kustin og meiggja ikki meira í ár. Loysingar hava lovað ikki at spilla danskarar út í 24 tímar! Íverksetarar fara slett ikki upp ella til verka Suðuroyingar nokta at ferðast við Smirli. 

Ministara-Siri býtir ongan kulturprís út í ein heilan mánaða. 

Dennis hevur lagt alt holarbeiði frá sær fyri veturin. Spennandi og hugvekjandi ovursolidaritetur verður vístur av knáum eldrapleygarum, sum sleppa teimum gomlu og hjálparleysu út á geilar og nokta at mata, vaska og pleyga, líka til nýggjársaftan.. 

Fleiri borgmeistarar hava lovað at stytta sinar røður niður i ein tiggjundapart fyri (heimafriðs skyld). 

Øll hesi herviligu fakligu prik leggja ómenniskjansligt trýst á Løgtingið, sum noyðist at steðga óskilinum við einum brutalum provisorium, sum ikki má blíva jólatrøll

 

Enter

 

Write to Virgar Tórarson Dalsgaard