Hækking av barnaískoyti til viðgerðar hósdagin

Hósdagin verður uppskotið um barnaískoyti til viðgerðar í Løgtinginum. Tað er uppskotið hjá Anniku Olsen, landstýriskvinnu, um at hækka barnaískoyti til stakar uppihaldarar.

Endamálið við uppskotinum er, at geva støkum uppihaldarum og børnum teirra betri kor. Í mars 2014 fekk Annika Olsen handa eitt álit um fátækaramark, ið staðfestir, at stakir uppihaldarar hava inntøkur, ið liggja langt undir inntøkunum hjá øðrum bólkum.

Um uppskotið verður samtykt, fer barnaískoyti til stakir uppihaldarar at hækka frá 6.588 kr um árið pr. barn upp í 10.000kr um árið pr. barn. Hetta verður mett at verða ein meirútreiðsla fyri landið á áleið 4 mió. kr í 2015.

Hetta sama uppskotið var til viðgerðar síðstu tingsetu. Tá var tað andstøðan, ið átti uppskotið. Eins og uppskotið ið verður til viðgerðar hósdagin, skeyt uppskotið hjá andstøðuni upp, at hækka barnaískoyti frá 6.588 kr til 10.000kr árliga. Tá uppskotið hjá andstøðuni var til viðgerðar, feldi samgongan uppskotið.