Hóast ongi nýggj partafeløg vóru stovnað, var kortini lív í vinnuskránni BL.FO í farnu viku, tá nøkur partafeløg broyttu viðtøkur og m.a. skiftu leiðslur og grannskoðan.
P/F Eystur- og Sandoyartunlar hækkaði partapeningin við fimm milliónum krónum til 20 milliónir krónur, meðan P/F Lív hækkaði partapeningin við góðum 16 milliónum krónum til 16,4 milliónir. P/F Lív umsitir tær tryggingar, ið vórðu teknaðar í Føroya Lívstrygging fram til 31. desembur 1999, tá Føroya Lívstrygging varð umskipað í eitt partafelag.
Annars hava fleiri partafeløg broytt nevndarsamanseting og skift grannskoðara.
Allar broytingarnar eru at finna her.