Sørvágs kommuna hækkar skattaprosentið upp í 21,7 prosentum. Hetta er ein hækking á 0,7 prosent.
- Tað eru tríggjar høvuðsorsøkir til, at vit hækka kommunuskattin. Í fyrstu atløgu vilja vit ikki taka lán. Í aðru atløgu gjalda vit stuttfreistaða lánið aftur, og í triðja lagi vilja vit halda kommununa viðlíka við rímiligum íløgum, skrivar Sune Jacobsen, borgarstjóri, í kunningarritinum, sum Sørvágs kommuna hevur sent sínum borgarum við ársenda.
Partur av lántøkuni, sum talan er um, er lánið til Heimið á Sýnini, sum kommunurnar í Vágum yvirtóku við ársbyrjan.
- Vit byrja at gjalda okkara part av láninum til Heimið á Sýnini aftur longu í januar mánaði í 2015, og um fýra ár og 8 mánaðir hava vit goldið okkara part, og Vága kommuna tekur yvir. Júst útreiðslan til Sýnina er 0,7 prosent, sum skatturin hækkar við, skrivar Sune Jacobsen.