Hægri inntøkur í Vágum

Bæði í Vága og Sørvágs kommunum eru skattainntøkurnar meiri enn 4 prosent hægri í ár enn í fjør

Tað rennur meiri inn í kommunukassarnar í Vágum í ár, enn tað gjørdi í fjør. Fyribils skattatølini fyri tíggju teir fyrstu mánaðirnar siga, at inntøkurnar bæði í Vága kommunu, sum fevnir um Sandavág, Miðvág og Vatnsoyrar, og Sørvágs kommunu, sum umframt Sørvág fevnir um Bø, Gásadal og Mykines, eru  hægri í ár, enn tær vóru tíggju teir fyrstu mánaðirnar í fjør.

Í Vága kommunu er hækkingin 4,37 prosent, og í Sørvágs kommunu er hon 4,44 prosent.

Skattainntøkan í Vága kommunu higartil í ár er 48.840.012 krónur, og vøksturin er 2.044.458 krónur.

Skattainntøkan í Sørvágs kommunu higartil í ár er 27.410.562 krónur, og vøksturin er 1.166.456 krónur.