Mannagongdin hjá Sjóvar kommunu hevur verið, at fólk eru farin úr starvi, tá tey hava fylt 67 ár.
Men hetta verður nú broyttt. Tað hevur Sjóvar kommuna samtykt.
- Vitandi, at nógv fólk eru væl fyri og arbeiðsfør, sjálvt um tey eru farin um tey 67, hevur kommunustýrið samtykt at broyta fráfaringaraldurin til 70 ár, sigur kommunan.