Sum ung lærdu bæði í Keypmannahavn, Hady til hárfríðkannarkvinnu og Manne til keypmann. Eftir lokna lærutíð fluttu tey aftur til heimbygdina, har tey settu búgv og fingu børn.
Hady fekk sær egna hárfríðkanarstovu og Manne arbeiddi tey fyrstu árini í Grønlandi á skrivstovuni í Føringahavnini, síðani kom hann heim aftur og hevur verið keypmaður, reiðari, o.m.a.
Sum í ævintýrunum blivu tey gift, fingu børn og liva vónandi lukkuliga nógv ár afturat.
Genturnar fingu tey fýra í tali, Sigrun, Maud, Ingun og Nitu, og tey høvdu næstan mist vónina um at fáa prinsin, men eftir 20. brúdleypsdagin hilnaðist, og tey fingu endiliga ein son, Magnar Haldur, og øll sóknin frøddist saman við familiuni. Ommu- og abbabørnini eru 6 í tali, Margretha, Hanus, Sissal Randarsól, Bartal, Manni og Elma.
Vit øll ynskja tykkum hjartaliga tillukku við 45-ára brúdleypsdegnum og alt gott framyvir við takk fyri alt tit hava verið og eru fyri okkum.
Dagurin verður hildin, sum brúdleypsdagurin vanliga altíð hevur verið hildin, við einum drekkamunni í heiminum aftaná minningarhaldið yvir teir sjólætnu.
Børnini við familju