Seinnapartin fer íslendska Altingið at hava seinnu viðgerð av einum uppskoti um, at tingið skal taka ákæruna ímóti fyrrverandi forsætisráðharranum Geir H. Haarde aftur.
Tað er formaðurin í Sjálfstæðisflokkinum, Bjarni Benediktsson, sum hevur lagt uppskotið fram.
Eftir fyrru viðgerð varð málið beint í stjórnarskipanar- og eftirlitsnevndina, og meirilutin í nevndini, umboðini hjá stjórnarflokkunum, mælir tinginum til at fella uppskotið. Minnilutin, sum eru umboðini hjá andstøðuni, hava ikki lagt álitið alment fram enn.
Geir H. Haarde (myndin), sum er ákærdur í sambandi við búskaparskrædlið í Íslandi í 2008, noktar seg sekan.










