Haaland telist millum tey ríkastu í Noregi

Á einum lista yvir tey 400 ríkastu í Noregi, hevur hann lyft seg 46 pláss upp seinasta árið.

Fótbóltsstjørnan, Erling Braut Haaland, sum spælir við Manchester City, var eisini í fjør á listanum yvir 400 tey ríkastu í Noregi.

 

Men, í ár liggur hann 46 pláss ovari enn í fjør. Í fjør var hann nummar 240, og á nýggjasta Kapital 400, sum listin kallast, er hann nú nummar 194.

 

Ovast á norska listanum liggur shipping-milliarderurin, John Fredriksen, við sínum 157 milliardum krónum í okkara peningi - ella 253 norskum milliardum.

 

NRK veit at siga, at sambært Kapital-400 listanum eigur Erling Braut Haaland virðir fyri umleið 1,5 milliardir krónur í okkara peningi, sum svarar til 2,30 norskar milliardir.

 

Hetta er ein vøkstur í virðunum hjá fótbóltsstjørnuni á hálva milliard norskar krónur - ella stívliga 310 milliónir í okkara peningi síðan somu tíð í fjør.

 

NRK veit at siga, at flytingin hjá Erling Braut Haaland úr Borussia Dortmund til Manchester City í 2022 hevði stóran fíggjarligan týdning fyri fótbóltsleikaran.

 

Inntøkuvøksturin við skiftinum førdi eisini til, at fótbóltsstjørnan, sum fyrsti norski fótbóltsleikari nakrantíð, í fjør endaði á Kapital 400-listanum.