Haaland er ársins ítróttarmaður og ársins ítróttarnavn í Noregi

Áleyparin hjá Manchester City fekk tveir stórar heiðrar í heimlandinum

Skíggjamynd frá NRK

Norski áleyparin hjá Manchester City, Erling Braut Haaland hevur fingið tveir stórar heiðrar í heimlandinum, Noregi.

 

Hann er av øðrum norskum ítróttaríðkarum valdur at vera ársins ítróttarmaður, og er eisini valdur at vera ársins ítróttarnavn í Noregi.

 

Brede Hangeland, spælaraumboðsmaðurin frá toyminum kring norska landsliðið tók ímóti virðislønunum vegna Erling Braut Haaland, ið vegna tøttu dystarskránna hjá Manchester City ikki fekk tikið ímóti heiðrunum sjálvur. 

 

Brede Hangeland las takkarrøðuna upp fyri Haaland: - 2022 hevur verið eitt ótrúligt ár fyri meg og fyri norsk ítróttarfólk. Tað er torført at seta ítróttir upp móti øðrum ítróttum. Mær dámar væl allan ítrótt, og 2022 hevur verið eitt gott ár fyri mong. Tað kundi eins væl verið onkur annar, ið vann hendan heiðurin. Eg eri sera fegin um at hava fingið hendan heiðurin. Tað kenst eyka lívgandi, at tit hava valt meg, og tað er framúr at hava fingið hesa viðurkenningina. Hetta motiverar meg, vóru orðini hjá Haaland. 

 

Ársins ítróttarkvinna í Noregi er skíðgongu ("langrend") íðkarin, Therese Johaug.

 

 

 

 

 

 

 

Skíggjamynd frá NRK