Håkan umhugsar støðuna

Spælararnir royna at halda høvdið kalt, nú koronan aftur argar fyrireikingarnar til landsdystir

Koronan ger um seg í landsliðsleguni. Fyrsta venjingin undan teimum trimum landsdystunum, sum eru á skránni mikukvøldið ímóti Ísrael, leygarkvøldið ímóti Danmark og týskvøldið í næstu viku ímóti Moldova, var ásett at vera klokkan 17.30.

 

Umboð fyri Miðlahúsið og FM1 vóru á Tórsvølli saman við myndamanni fyri portal.fo og umboð fyri Kringvarpið.

 

Tróndur Arge, FM1, sum fylgir væl við landsliðnum, og sum næstu dagarnar fer at siga frá landsdystunum, greiðir soleiðis frá, tá ið hann og hini fjølmiðlafólkini bíðaðu og síðani vórðu kunnað um, hvussu skilið var:

 

-Ætlanin var, at landsliðið skuldi venja klokkan 17.30. Håkan Ericson og hansara menn plaga at vera stundisligir, og tí undraði tað okkum ikki sørt, at einki sást til landsliðið, tá ið klokkan var farin av 17.30. Serliga teir í Kringvarpinum ótolnaðust. Teir høvdu skund, tí 3-2 sendingin skuldi í luftina um eina løtu.

 

Og Tróndur Arge heldur fram:

 

-So sást miðlamaðurin hjá FSF, Hans Erik Danielsen. Hann setti kós ímóti okkum og kunnaði um, hvussu støðan var. Håkan Ericson hevði kunnað landsliðið um, hvussu støðan var. Tí vóru teir seinkaðir til sjálva venjingina, sigur Tróndur Arge.

 

Tróndur Arge heldur ikki, at talan var um panikk:

 

-Venjingin varð avgreidd soleiðis, sum tað var ásett, og tað sá út til, at spælararnir ikki vóru so órógvaðir, hóast teir sjálvandi harmaðust um liðfelagarnar. Umframt Viljorm Davidsen og Ára Mohr Jónsson, sum eru sendir í sóttarhald, tí teir í flogfarinum í morgun sótu ov tætt við ferðafólk, ið síðani hevur víst seg at vera smittað av koronu, vandu Jóan Símun Edmundsson og Gilli Rólantsson Sørensen ikki saman við hinum. Teir komu við flogfarinum seinnapartin og høvdu ikki fingið svar uppá koronakanningina, tá ið venjingin var ásett at vera, greiðir Tróndur Arge frá.

 

Tað bar ikki til at fáa samrøðu í lag við landsliðsvenjaran, sum í fleiri mánaðir hevur fyrireikað seg til hesar tríggjar heimadystirnar, og sum nú er noyddur at fyrireika seg av nýggjum. Håkan Ericson hevur ikki enn gjørt av, hvussu liðið skal broytast, nú teir báðir í vinstru, Viljormur Davidsen og Ári Mohr Jónsson, ikki eru tøkir. Ein møguleiki er, at nýggir spælarar fáa landsliðsboð, ein annar møguleiki er, at liðið verður umskipað, og ein triði møguleiki er eitt sindur av hvørjum.

 

Samrøður, sum Tróndur Arge í kvøld gjørdi við landsliðsspælarar, vera at síggja og hoyra her á in.fo. Ein av teimum, ið hann tosaði við, var málverjin Gunnar Nielsen, sum áður hevur verið noyddur at geva avboð til landsliðið, tí korona gjørdi um seg.

 

Gunnar Nielsen segði millum annað soleiðis:

 

-Vit eru vanir við, at korona órógvar, so støðan er ikki heilt ókend, sum vit nú eru í. Vit harmast vegna Viljorm og Ára, men vit eru noyddir at taka hetta út frá støðuni, sum hon nú er, sigur Gunnar Nielsen.