Håkan og FSF leingja samstarvið

Håkan Ericson og Fótbóltssambandið hava longt samstarvið við tveimum árum

Á tíðindafundinum á Tórsvølli í dag boðaði Christian F. Andreasen, forseti, frá at Fótbóltssambandið og Håkan Ericson hava longt samstarvið við tveimum árum.

 

- Allir partar eru nøgdir við samstarvið og Håkan Ericson hevur verið landsliðsvenjari í 34 landsdystum og hevur fingið stig í helminginum av teimum, sigur Christian F. Andreasen.

 

Tað er ein samd nevnd, sum hevur tikið avgerð um at leingja samstarvið. Håkan Ericson bleiv settur í desember 2019.