Håkan kendi seg kroystan í enskum

Manslandsliðið: Tað var látur til tíðindafundin hjá Føroyum, tá Håkan Ericson skuldi taka orðið

Mynd: (Tróndur Arge) Håkan Ericson, landsliðsvenjari, Odmar Færø

Føroyska manslandsliðið hevði í gjár tíðindafund á Tórsvølli undan EM-undankappingardystinum móti Moldova, sum verður í dag klokkan 17. Á tíðindafundinum vóru Odmar Færø og Håkan Ericson, landsliðsvenjari.

 

Odmar Færø legði fyri at siga nøkur orð á enskum. Tað verður altíð gjørt og tað skal brúkast til framleiðsluna hjá UEFA. Tá so Håkan Ericson skuldi siga nøkur orð kendi hann seg kroystan.

 

- Skal eg tosa enskt aftaná ein so væl enskt talandi mann sum Odmar?, spurdi Håkan Ericson í skemti.

 

Odmar Færø er fyri ein stóran part uppvaksin í Bretlandi. Fyri tað mesta í Aberdeen í norðurskotlandi. Hann tosar tí avbera væl enskt og skilur av tí sama heldur ikki so væl danskt og norðurlendskt sum vanligi føroyingurin.

 

Håkan Ericson er vanur við at tosa enskt, men tað er við eini norðurlendskari dialekt. Tað veit Håkan Ericson væl og valdi at skemta við tí. Tað skal sigast, at tað eru onkrir spælarar á føroyska landsliðnum, sum hava verri við at tosa enskt til tíðindafundirnar enn aðrir. Eisini tí verður tað skemtað við til tíðir.

 

Føroyar spæla móti Moldova í dag klokkan 17.

 

Mynd: (Tróndur Arge) Håkan Ericson, landsliðsvenjari, Odmar Færø