Håkan: Hetta er ólukka

Landsliðið: Håkan Ericson iðrar seg um skaðar, kríggj og mótstøðuna, men gleðir seg

Føroyski landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, hevur úttikið 24 spælarar til venjingarleguna í Spania, har føroyska landsliðið skal spæla venjingarlandsdystir móti Gibraltar og Liktenstein. Hann byrjaði tíðindafundin við at tosa um nøkur minni góð ting.

 

Hann kom fyrst inn á kríggið í Ukraina og mælti til, at heimurin tekur seg saman og gevast við at kríggjast. Síðani kom hann til Brand Hendriksson Olsen, sum hevur fingið ein álvarsaman skaða í knæið, ið ger at hann ikki spælir aftur í ár.

 

- Brandur hevur verið besti spælari hjá Helsingborg IF í uppstartinum, og tað sigur ikki so lítið um hvat vit kundu væntað okkum av honum í ár. Aðrir venjarar mugu hava upplivað hetta fyrr, at tá ein blívur skaddur, so blívur avloysarin eisini skaddur. Tí kemur tað illa við, at Tróndur Jensen eisini er blivin skaddur, sigur Håkan Ericson.

 

Landsliðsvenjarin sigur eisini, at teir nú mugu til at hugsa um spælistílin, tí nú eru týpirnar og samansetingin øðrvísi. Hann vísti víðari á, at venjaratoymið hevði ein dreym um at møta einum liði, ið minsti meiri um Turkalandi í styrki, men tað hevur ikki eydnast.

 

- Fótbóltssambandið hevur arbeitt hart fyri at finna ein mótstøðu, sum minnir um Turkland, ið er fyrsti dysturin hjá okkum í Nations League. Millum annað Grikkalandi, men tað hevur ikki eydnast. Nú fáa vit tveir dystir móti londum, har vit kunnu vænta at hava bóltin, sigur Håkan Ericson.

 

Leygardagin 26. mars klokkan 17:00, føroyska tíð, spæla Gibraltar og Føroyar á Victoria Stadion í Gibraltar, og tríggjar dagar seinni, týsdagin 29. mars klokkan 16:00 spæla Liktinstein og Føroyar á Pinatar Arena í Spania. FM1 sigur frá dystunum.

 

##ms##