##med2##
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin
Føroyar taptu í kvøld 4-0 móti Turkalandi á Başakşehir Fatih Terim leikvøllinum í Istanbul. Eftir 35 minuttir, har føroyska liðið vardi væl og javnan hótti á hini hálvuni, so skramblaði alt saman, tá Turkaland kom á odda.
- Tað fyrsta málið tekur eitt sindur luftina úr okkum, men vit royna at koma okkum til seinna hálvleik, men so skora teir til 2-0 longu aftaná tveir minuttir. Tá blívur tað tungt, tí tað er ringt at skora tvey mál móti einum so góðum liðið, sigur Håkan Ericson.
Hann greiðir í samrøðuni frá taktiska upplegginum og hví hann ikki angrar, at hann byrjaði við fýra í verjuni. Spurdur um hetta er torførasti dysturin hann hevur verið partur av sum føroyskur landsliðsvenjari, svarar hann:
- Ja, eg haldi hetta er tann dysturin, har vit hava verið mest útspældir. Tað blivu vit eisini á útivølli móti Skotlandi, men tá høvdu vit nakrar góðar løtur. Turkaland er eitt gott landslið og teir trýstu okkum væl, sigur Håkan Ericson.
Hann vónar, at Hallur Hansson, Jákup B. Anderasen og Meinhard E. Olsen eru tøkir. Tveir teir fyrstu nevndu fingu onkran snudd í dystinum, meðan Meinhard E. Olsen fekk ein skaða í eygnalokið fyrradagin.