Håkan Ericson, landsliðsvenjari, hevur í dag havt tíðindafund á Tórsvølli, har úttøkan til Nations League landsydystirnar móti Litava og Turkalandi var á skránni. Håkan Ericson nýtti eisini høvið til, at koma við sínum íkasti til kjakið um kappingarleistin.
- Vit mugu hava fleiri dystir, har toppliðini møtast. Eg var til dyst millum Víking og KÍ í gjár, og tað var ein dystur, sum vit mugu hava fleiri av. Tað kemur at gagna landsliðnum, landsliðsspælarunum og føroysku feløgunum í Evropa, heldur landsliðsvenjarin fyri.
Hann er skjótur at vísa á, at hetta ikki er hansara borð, men at hann sum landsliðsvenjari í trý ár í Føroyum, heldur at hann kann koma við sínum íkasti til kjakið um kappingarleistin.
- Tað er ikki mítt borð, men við hesum ynski eg at koma við mínum íkasti til kjakið. Eg síggi fyri mær eitt nú leistin í Danmark ella í Íslandi, segði Håkan Ericson.
Í Danmark er eitt grundspæl og eitt endaspæl. Í endaspælinum verður landskappingin deild upp í meistarabólkin, og tveir niðurflytingarbólkar.
Eitt gamal kjak
Hetta er eitt gamal kjak, sum javnan kemur fram. Stóra avbjóðingin er, at tað eru ov fáir kappingarførir dystir í Betri deildini. Tey stóru vinna á teimum smáu í flestu førum, og talan er ov sjáldan um javnar dystir.
Tað er tey, sum vilja hava átta lið í Betri deildini, tí tað skal geva betri kappingarføri í dystunum. Tað eru eisini tey, sum hava argumenterað fyri 12 liðum í Betri deildini, fyri síðani at spæla 22 dystir, heldur enn 27, sum tað er í løtuni. Tað er eisini meiri rættvíst við einum heimadysti, og einum útidysti.
Tað eru eisini tey, sum halda at tað er gott við fleiri toppdystum, meðan onnur halda fyri, at tey lægru liðini ikki blíva betri av at bara spæla móti hinum lægru liðunum.
##ms##