Håkan: Ein tann besti dysturin hjá okkum

Føroyski landsliðsvenjarin letur væl at avrikinum móti Íslandi

Føroyska manslandsliðið í fótbólti hevur í dag havt sína seinastu venjing á hesum sinni. Landsliðið skal í annaðkvøld spæla venjingarlandsdyst móti Liktinstein.

 

Håkan Ericson, landsliðsvenjari, hevði á døgurða í dag tíðindafund. Hann byrjaði tíðindafundin við taka samanum avrikið móti Íslandi. Føroyar taptu 1-0, men hann er avbera nøgdur við avrikið á vøllinum.

 

– Ísland er ein sterk mótstøðu, sum dámar væl at spæla upp á innlegg. Móti Skotlandi lótu vit 27 innlegg ímóti. Tí settu vit okkum fyri, at Ísland skuldi í mesta lagi hava 15 innlegg. Tað bleiv til níggju og vit vóru fyrst á øllum av teimum, sigur Håkan Ericson.

 

Hann heldur fyri, at hetta er tann besti dysturin sum føroyska landsliðið hevur spælt undir honum, tá vit hugsa um verjuspæl og skipað verjuspæl.

 

­­– Eg haldi hetta er tann besti formurin vit hava havt í verjuni. Eg eri eisini glaður fyri, at vit kunnu stýra dystinum í longri løtum, og at tað riggar at pressa longur frammi á vøllinum, sigur Håkan Ericson.

 

Hann letur eisini væl at uppbyggjandi spælinum, har Teitur M. Gestsson gevur liðnum fleiri møguleikar, tí hann klárar at finna økir við bæði stuttum og longri avleveringum.

 

– Nú skulu vit byggja upp á við álopsspælinum og blíva meiri vandamiklir. Vit skulu spæla meiri beinleiðis og koma til fleiri kjansir. Vit hava trý skot, men vit ætlaðu at klára fimm skot á mál, sigur Håkan Ericson.

 

Føroyar spæla móti Liktenstein í annaðkvøld klokkan 19.45. Í septembur spæla vit móti Moldova, Danmark og Ísrael á Tórsvølli.