##med2##
Samrøða við Håkan Ericson (trýst á pílin omanfyri)
Føroyski landsliðsvenjarin heldur ikki so lítið um avrikið móti Ísrael, tí talan var um góðar løtur á vøllinum, men hann ásannar eisini tað verður einki høgt trýst móti Danmark.
- Danskararnir koma at hava bóltin meir enn Ísrael gjørdi, og teir hava sterkari vengur enn Ísrael. Tí koma vit undir eitt størri trýst, og tí kunnu vit ikki leggja trýst frammi á vøllinum, sum vit royndu móti Ísrael, sigur Håkan Ericson.
FM1 hevur upptakt, beinleiðis frásøgn og 3. Hálvleiki í morgin.
##med2##












