Mansliðið hjá Neistanum gjørdist í gjárkvøldið fjórða liðið, sum spældi seg í steypafinaluna í hondbólti.
Neistin spældi í gjárkvøldið móti H71, og eftir 40-28 í fyrra dystinum var ikki tann stóri ivin um, hvør skuldi vinna samlaðu uppgerðina.
Tí var intensiteturin heldur ikki tann heilt stóri í Hoyvíkarhøllini, og serliga hevði Neistin ilt við at fáa spælið at hanga saman.
Tað eydnaðist teimum tó at toga seg upp, og gjøgnum størsta partin av dystinum var Neistin á odda.
H71 hevði tó betra endaspurtin, men hóast tað soleiðis gjørdist til ein sigur í seinnu hálvfinaluni, so var hetta ov lítið hjá H71.
H71-Neistin 33-31 (15-16)










