H71 - Team Klaksvík 30-24 (14-12)
Eitt nakað skert Team Klaksvíks lið vitjaði í dag H71 í Hoyvík.
Bæði liðini hava havt misjavnar byrjanir á kappingarárið, men fyrstu løtuna í dag var eingin ivi um hvat lið var betri fyri.
Um miðan fyrra hálvleik var støðan 8-0 til H71 og líkt var ikki til ein spennandi dyst.
Men klaksvíkingar ressaðust, og fóru til hálvleiks við støðuna 14-12, og støðan gjørdist eisini 14-13 eftir lítlari løtu av seinna hálvleiki.
Men nærri enn hetta komu klaksvíkingar ikki. Brekkan var ov brøtt, H71 dróg frá aftur og endin var ein trivaligur 30-24 sigur til hoyvíkingar, ið nú hava vunnið tveir teir seinastu dystirnar rættiliga trygt.
Málskjúttar hjá H71:
Brandur Halgirsson 5, Leivur Mortensen 5, Rúni Vest Højgaard 5, Peter Krogh 5, Pætur Thomsen 3, Niklas Hanusarson 2, Djóni Gaard Joensen 1, Sigmundur Dahl 1, Hans Kári Hansen 1, Vilhelm Poulsen 1, Andrias F. Gaard 1
Málskjúttar hjá Team Klaksvík:
Sámal á Tjaldrafløtti 10, Finnur Hansson 6, Vilhelm Vilhelmsen 3, Christoffer Madsen 2, Jens Pauli Mohr 2, Einar Dam 1