Dreingjaliðið í bólkinum dreingir 12 vann fyrr í dag finaluna í B-bólkinum. Eftir hálvleiksstøðuna 9-5 vunnu hoyvíkingar 19-12 ímóti danska FFI Håndbold úr Frederikshavn.
Umframt gulldreingirnar kláraði gentuliðið í bólkinum gentur 13 seg avbera væl. Tær komu í A-bólkin og komu allan vegin í fjórðingsfinaluna. Hoyvíksgentur taptu fjórðingsfinaluna ímóti svensku Täby Handball, sum endaðu við at vinna Partille Cup.
Dreingirnir á U12 liðum hjá H71 vóru:
Sámal Sjúrðarson
Óli Lindenskov Joensen
Dánjal Petursson Djurhuus
Nikolas Nónklett
Høgni Beder
Áki Krossteig Poulsen
Jósef Etinosa Erharuyi
Kevin Bech Fries